Advokaturin

Til advokatkontór í Føroyum og Danmark

Alt advokatkontórið.
Ein skipan.

Advokaturin savnar mál, klientar, hvítvaskingarkanning, klientkonto, bókhald, fakturering og innkrevjing í eina modernaða vev-app — so tit brúka tíðina uppá klientarnar, ikki uppá at flyta tøl millum skipanir.

  • Danskt og føroyskt
  • Moms og MVG
  • Virkar í kaganum
advokaturin
Opin mál248
Klientpeningar1,42 mio.
Ófakturerað tíð86 t
MálKlienturStøða
2026-0412 Keyp av fastari ognKlientur AOpið
2026-0398 InnkrevjingKlientur BRykking
2026-0377 DeyðsbúgvKlientur COpið
2025-1190 FelagsstovnanKlientur DArkiverað

Funktiónir

Alt tað, eitt advokatkontór arbeiðir við hvønn dag

Bygt frá grundini til advokatvinnuna — við málinum sum miðdepli, so tíð, pengar og skjøl altíð hanga saman.

Mál og klientar

Málstypur, mótpartar, ábyrgdarpersónar og skjót leiting tvørtur um øll mál og klientar.

Hvítvasking (KYC)

Skjalprógva samleika og váðameting á hvørjum klienti — og síggj beinanvegin, hvør manglar.

Klientkonto

Klientpeningar pr. mál við kontoyvirliti, flyting millum mál, arkivspærru og klientbankasamljóð.

Bókhald

Kontoplan, kassakladda, skjøl, kontokort, saldobalansa, úrslit og balansa — við óbroytiligum bókingum.

Tíð og fakturering

Tíðarregistrering, fakturar og kreditnotur sum PDF á klientans máli, avrokning frá klientpeningum og rykkingar.

Innkrevjing

Krøv, renturokning, gjøld, innkrevjingarskriv, gjaldsavtalur og avrokning til klientin.

Skjøl og teldupostur

Skjøl í mappum á málinum, teldupostar (.msg og .eml) goymd sum skjøl, og full skjalaleiting.

Banki og mvg

Innflutningur av bankayvirlitum, samljóð, bókhald eftir reglum, mvg-tíðarskeið við læsing, freistir og avrokning.

Bygt til Føroyar

Danskt og føroyskt — allan vegin ígjøgnum

Hvør brúkar velur sítt mál, og fakturar og brøv fylgja klientans máli. Mvg og MVG, føroyskar og danskar umstøður — ikki ein týdd standardloysn.

Trygd og samsvar

Álit er ein partur av grundarlagnum

Óbroytiligt bókhald

Bókførd skjøl kunnu ikki broytast — villur rættast við mótbóking, so grannskoðanarsporið altíð er intakt.

Grannskoðanarlogg

Hvør gjørdi hvat og nær. Allar týdningarmiklar gerðir verða loggaðar.

Leiklutur og atgongd

Brúkarar, leiklutir og kontór — og vernd móti endurtiknum innritanarroyndum.

Avrit og endurreisn

Dagligt avrit av dátugrunni og skjølum við sjálvvirkandi roynd av, at endurreisnin virkar.

Skift skipan

Tak tykkara søgu við

Vit flyta inn klientar við hvítvaskingaupplýsingum, mál og mótpartar, kontoplan, byrjunarbókhald og klientsaldi pr. mál frá tykkara núverandi skipan. Ein eftirlitsfrágreiðing samljóðar tølini, áðrenn tit fara live.

  1. ÚtflutningurData verða tikin út úr tykkara núverandi skipan.
  2. RoynarkoyringInnflutningurin verður koyrdur og samljóðaður á einum royndarumhvørvi.
  3. Go-liveEndalig innflutningur — og tit arbeiða víðari í Advokaturin.

Síggj Advokaturin í brúk

Bílegg eina óbindandi demo, so vísa vit skipanina við tykkara egnu arbeiðsgongdum.

Setið tykkum í samband við okkum

info@faroesoft.fo